Nú vil Skorheim hava sannleikan um Fámara



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sveinur Tróndarson

22.07.2013 - 10:19

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Jógvan Skorheim, tinglimur fyri Sjálvstýrisflokkin, vil nú hava málið um Fámara á tingborð.


Í tíðindaskrivi, sum er sent út í nátt, sigur Jógvan Skorheim at tað er umráðandi, at sannleikin kemur á borðið, tí málið um festið í Fámara hevur verið í brennideplinum í longri tíð og at ivi er sáddur millum fólk um almennu handfaringina av málinum.

- Í longri tíð hevur málið um festið í Fámara verið høvuðstíðindi í fjølmiðlunum. Málið tykist ongan enda at fáa, fólk standa spyrjandi og tað seinasta er, at undirskriftir verða savnaðar kring alt landið. Tað er nógv, sum bendir á, at ein nokk so stórur partur av Føroya fólki ikki eru nøgd við almennu handafaringina av festinum í Fámara, sigur Jógvan Skorheim.

Tí hevur hann gjørt av at seta Jacob Vestergaard ein skrivligan fyrispurning eftir grein 52 a um málið. Fyrispurningurin er sendur Løgtingsskrivstovuni og í honum eru 24 ymiskir spurningar, sum hava við máls- og mannagongdi hjá Búnaðarstovuni at gera í samband við festið í Fámara.

Spurningarnir hjá Jacob Vesturgaard fara víða, og hann vil millum annað hví festið ikki var avhendað eftir grein 4, fimta stykki í lógini um landsjørð, tá festarin fór av festinum í 2000. Allir spurningarnir hjá Jógvan Skorheim kunnu síggjast niðanfyri her:

Hví varð festið í Fámara ikki avhendað, sum ásett í lógini um landsjørð, § 4.stk. 5, eftir at táverandi festari var farin av festinum í 2000?
Hvør hevur havt ábyrgdina av at røkja festið seinastu 13 árini?
Hvussu nógvir áseyðir hoyrdu til festið í 2000?
Hvussu nógvir áseyðir hoyra til festið í dag?
Hvussu nógvar maskinur hoyrdu til festið, tá festarin fór av festinum í 2000?
Hvat var virðið av maskinunum í dagsprísi?
Hvat bleiv av maskinunum, sum hoyrdu til festið?
Hvørjum standi vóru bygningarnir í, tá festarin fór av festinum í 2000?
Hvørjum standi vóru bygningarnir í, innan fólk fluttu inn í mai 2010?
Hvørjum standi eru bygningarnir í nú?
Hvørjar fylgjur fær tað, um eitt festið verður misrøkt?
Hví varð festið lýst til sølu í 2012?
Hví varð sølan av festinum tikin aftur?
Hvat er metingarstøðið, tá nýggjur festari skal setast?
Hvør gav loyvi til, at fólk kundu búsetast í Fámara í 2010?
Varð nøkur skrivlig avtala gjørd við tey og nær?
Hvat samstarv hevur Búnaðarstovan havt við tey, ið seinastu trý árini hava búð í Fámara?
Hvat og nær er nakað gjørt fyri at fáa tey, ið hava búð í Fámara at fara av festinum?
Varð avgerðin um nýggja festaran tikin á gegnigum grundarlagi?
Metir landsstýrismaður, at Búnaðarstovan kann kanna sítt egna gegni?
Hvussu nógv hevur Fámara kostað landinum í árunum 2000 - 2010?
Hvussu nógv hevur Fámara kostað landinum í árunum frá juni 2010 til juni 2013?
Hevur felagið Sinnisbati fingið svar frá Fiskimálaráðnum uppá áheitanina um Fámara?
Hvussu nógv festi eru í dag uttan festara?