Mynd: Sverri Egholm

Nú vitja tey aftur

Sverri Egholm

31.08.2017 - 10:07

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Ikki færri enn tvey ferðamannaskip vitja høvuðsstaðin í dag.

Veðrið er av tí allar fægrasta og allastaðni í miðbýnum eru ferðafólk at síggja, og nú handlar og kaffistovur so smátt lata upp byrjar lív at koma í.

Størra skipið eitur Columbus, og hetta er aðru ferð í ár, at skipið vitjar Føroyar. Seinast var 2. juli og tá kom skipið úr Invergordon í Skotlandi ávegis til Ísland.

Hesaferð kom 247 metrar langa og 32 metrar breiða ferðamannaskipið úr Kirkwall, Skotland, og setur kós móti Lerwick í Hetlandi seinnapartin.

Norska Hurtigruten skipið, Spitsbergen, sum liggur við Vónina, hevur eisini verið í Føroyum fyrr í ár. 97 metrar langa ferðamannaskipið vitjaði á Havnini 16. mai og setti kós móti Eiði dagin eftir. Spitsbergen kom í morgun úr Reykjavík og heldur leiðina fram til Lerwick seinnapartin.

Columbus rúmar um 1800 ferðafólkum og manningin telur 700. Spitsbergen tekur sløk 250 ferðafólk.