Savnsmynd: Suðurrás

Nýborg landar 1400 tons í Skagen



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

06.12.2017 - 18:52

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Nýborg kom til Skagen í morgun, har teir skulu landa.

Nýborg hevur fiskað svartkjaft eystanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið verið brúkiligur.

Upplýst verður, at teir hava 1400 tons av svartkjafti, sum teir landað til Skagen FF.

Tá ið Nýborg hevur landað, verður fari aftur á svartkjaftaveiðu eystanfyri Føroyar.