Nýborg slapp framat at landa 750 tons í gjár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

15.12.2017 - 07:51

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Nýborg úr Vági kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Nýborg hevur fiskað svartkjaft eystan fyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Teir hava 750 tons, sum teir landa til Havsbrún, upplýsir Alex Vilhelm, reiðari.

Nýborg landaði í síðstu viku eina svartkjafta last á 1400 tons til Skagen FF, í Skagen. Áðrenn farið verður aftur til fiskiskap, skulu onkrar smáar umvælingar gerast.