Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Nýborg: Støðan kundi verið nógv verri

Føroyska Sjómansmissiónin

06.01.2018 - 19:57

Tíðindi >

Tað sigur skiparin á Nýborg, Martin Midjord, eftir at teir klokkan 16.30 í gjár fingu ein sjógv.

Teir vóru staddir millum Føroyar og Hetland ávegis á makrelfiskiskap í ES-sjógvi, tá teir brádliga fingu ein sjógv, sum breyt tveir stórar rútar inn í bakborð á brúnni.

Sjógvurin fossaði inn á brúnna, niður gjøgnum leytarin og inn í fleiri kømur.

Sjógvur kom eisini niður í galluna gjøgnum eymhettuna.

- Tá eg sigi, at støðan kundi verið verri, meini eg við, at stýrimaðurin, sum sat beint við rútarnar, sum brotnaðu, merkti eitt óvanligt rull, hugdi upp og sá brotið koma.

Hann leyp upp úr stólinum og ætlaði at leypa niður í leytarin, men fekk ikki tíð.

Hann fekk bæði glaspettir og nógvan sjógv á seg og var slongdur yvir ímóti stýriborði. Sjógvurin kom skolandi yvir í stýriborð, tí skipið legði seg nógv av brotinum. Tað var so mikið nógv av sjógvi inni á brúnni, at eg stóð upp undir knæ við skiparastólin í stýriborð, sigur Martin.

- Alt, sum vit nurtu við á brúnni, gav stoyt, tí yvirgangur kom í elskipaninna av nógva sjógvinum. Tað eru sera nógv tól og elútgerð á brúnni, og fleiri av tólunun nýta nógvan streym. Tí er sera vandamikið, tá yvirgangur kemur í tílíka útgerð og menn standa í sjógvi.

Bjargingarbáturin sum stóð í bakborð, har brotið kom, var skriktur úr haldaranum og slongdur yvurum skipið og lá uppblástur fram við stýriborð. Vit kvettu línina og lótu hann fara, sigur Martin.

Kvikur maskinmaður

Tíbetur var maskinmaðurin bæði skilagóður og kvikur, so hann fekk sligið streymin frá brúnni og restini av skipinum rættiliga skjótt. Annars kundi vandi verið fyri at eldur kom í av yvirganginum. Høvuðsmotorurin steðgaði elektronist, tí yvirgangur kom í elskipaninna.

Teir slerdu elektroniska stýrisskipaninna frá, so teir kundu starta motorinum aftur. Teir fingu motorin í gongd aftur, fingu stýriskipaninna at rigga so mikið, at teir fingu lagt skipið uppí vindin.

- Eystur- og Vesturbúgvin sigldu tætt hjá okkum, tí teir skuldu til sama “kontrolpunkt” sum vit, og skuldu eisini á makrelveiðu í ES-sjógvi. Vit fingu samskift við Eysturbúgvan um støðuna og fingu teir at ringja eftir tyrluni, tí stýrimaðurin hevði brotið armin í tveimum støðum og brotið øsubeinið av fallinum. Samstundis vistu vit ikki, um hann hevði fingið annan skaða. Veðrið var ikki so ringt, einar 17-24 m/sek og vit sigldu við sjey míla ferð. Skip fiskaðu nærhendis, so veðrið var ikki so ringt, men vindurin var aftan tvørs og so kom hetta brotið so brádliga. Eystur- og Vesturbúgvin fylgdu okkum ávegis móti Føroyum til Vædderen og Brimil komu, sigur Martin.

Rós til tyrlumanningina

- Tyrlumanningin gjørdi eitt sera gott arbeiði. Teir loraðu ein mann niður og hann hevði ein “stól” við, sum stýrimaðurin varð bundin í. So vóru báðir hivaðir upp í tyrluna, sum fleyg stýrimannin til Landssjúkrahúsið. Rós og tøkk skal tyrlumanningin fáa frá okkum, sigur Martin Midjord.

Nýborg liggur nú á Runavík, har elskipanin, navdiska útgerðin og annað, sum hevur fingið skaða, skal kannast og gerast aftur.

Hendingin minnir okkum á, at sjólívið er vandamikið og tí unna vit sjófólkunum góð skip og góðar arbeiðsumstøður.

Eisini eiga øll tøkk uppborðna, sum biðja fyri sjófólkunum.

Les eisini: Reiðari: Stýrimaðurin varð skolaður eftir dúrkinum á brúnni