Nýbygdur føroyskur teinæringur flotaður í Roskilde



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

01.02.2018 - 08:50

Mentan > Mentan > Siðvenja & siðsøga

Enn ein snotiligur føroyskur teinæringur er nú flotaður. Tað hendi í Roskilde í vikuni, tá teinæringurin, sum Hanus Jensen, bátasmiður, hevur staðið fyri, varð flotaður.

Talan er um fyrra av tveimum teinæringum, sum Hanus byggir til vælvitjaða Vikingeskibsmuseet í Roskildi. Annar báturin verður liðugur seinni í ár, skrivar víkingsskipasavnið á heimasíðu síni.

Bátarnir skulu brúkast til at sigla við skúlabørnum og savnsgestum á Roskildefjørðinum.

Nýbygdi teinæringurin er 14,7 metrar langur og 2,7 metrar breiður. Hann hevur mastur og 25 fermetra stórt segl.

Á Facebookvanganum Vikingtech eru fleiri hugtakandi myndir, har arbeiðið við at byggja teinæringin er væl skjalprógvað.