(Mynd: DR)

Nýføðingurin er ikki longur í lívsvanda



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

03.01.2018 - 11:12

Tíðindi > Danmark

Nýføðingurin, sum varð funnin á einum bonki í Keypmannahavn gjáramorgunin, er ikki longur í lívsvanda. Tað boðaði løgreglan frá í morgun.

Gentan varð funnin av einum starvsfólki hjá Keypmannahavnar kommunu. Tá var kropshitin vandamikið lágur. Gentan var ballað inn í eitt teppi og græt, tá hon varð funnin.

Hon varð flutt á ríkissjúkrahúsið, har sagt varð, at gentan var í lívsvanda. Tíbetur kundi løgreglan í dag boða frá, at gentan ikki longur er í lívsvanda.

Løgreglan skrivar á Twitter, at kanningararbeiðið er í gongd. Keypmannahavnar kommuna boðaði frá í gjár, at leita verður eftir eini familju, sum kann taka sær av gentuni.