Gianni Infantino. Mynd: EPA

Nýggi Fifa forsetin í Panama skjølunum

Steinar Patursson

06.04.2016 - 07:24

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Nývaldi Fifa forsetin, Gianni Infantino, er nú eisini drigin upp í gøluna um Panama skjølini.

The Guardian skrivar í dag, at skjøl, ið blaðið hevur fingið fatur í, seta ivamál, um hvussu reiðiligur Infantino hevur verið um sína fortíð sum løgfrøðiligur stjóri í Uefa.

Sambært skjølunum hevur Uefa gjørt offshore avtalur við ein persón, ið er ákærdur fyri stórsvik.

Tá Infantino varð valdur sum forseti, varð hann spurdur, um hann hevði havt virksemi við nøkrum av teimum persónunum, ið vórðu ákærdir fyri svik. Hetta skal síggjast í ljósinum av, at týðandi fólk innan bæði Fifa og Uefa vóru ákærd fyri svik og mutur, umframt at fyrrverandi Fifa forsetin, Sepp Blatter, var undir illgruna fyri at luta pening út í heimildarloysi.

Tá segði Gianni Infantino seg einki við tílíkar avtalur ella ákærd fólk havt at gjørt.

Skjølini, ið The Guardian hevur, vísa tó, at Infantino hevur skrivað undir skjøl, ið høvdu við gøluna hjá Sepp Blatter at gera.

Sum skilst kann talan vera um ógvusligt strámannavirksemi við sjónvarpsrættindi til Champions League fótbólt at gera.

Infantino sjálvur sigur tó, at einki óreglusemi er farið fram, og hann hevur biðið Uefa um at kanna leiklut sín í málinum.