Nýggi forsærisráðharrin: Sólrun og børnini fingu serliga tøkk

Ingi Samuelsen

19.06.2015 - 00:08

Tíðindi > Danmark

Tað var ein ógvuliga eyðmjúkur Lars Løkke Rasmussen, formaður fyri Vinstraflokkin, sum fyri løtu síðani helt sína røðu fyri floksfeløgunum á Christiansborg.

Hann og Vinstriflokkurin fingu eitt vánaligt fólkatingsval, men kortini eydnaðist tað honum at endurvinna lyklarnar til forsætisráðið, sum hann lat Helle Thorning-Schmidt ”til láns” fyri fýra árum síðani.

Í røðuni vísti Lars Løkke á, at tíðin í andstøðu ikki hevur verið løtt. Sjálvur hevur hann verið undir trýsti av ymsum slag, ikki minst harða formansstríðið í flokkinum fyri einum ári síðani.

Men hann hevði eisini eina serliga heilsu til sína nærmastu familju.

- Eg havi eina fantastiska familju, og má takka tykkum, Sólrun, Bergur, Símun og Lisa. Eg elski tykkum. Uttan tykkum hevði eg ikki kunnað staðið her í dag, segði komandi danski forsætisráðharrin við tárum í eygnakrókunum.

Lars Løkke Rasmussen nýtti eisini høvið at senda Helle Thorning-Schmidt eina heilsu og tøkk fyri at hava leitt landið trygt gjøgnum kreppuna.

Í eyðmjúku røðu síni var hann ikki so sigursvísur í komandi døgunum á politiska leikpallinum. Hann segði ”um” eg gerist forsætisráðharri og vísti á, at tað fara komandi samráðingar at vísa.

Tað er nevniliga stórur ivi um, hvat tað er fyri ein stjórn, sum Lars Løkke kemur at standa á odda fyri, um talan verum eina smala minnilutastjórn, ella eina breiða borgarliga stjórn við fleiri flokkum í samgonguni.