Nýggi sáttmálin er galdandi fyri 2 ár

Ari av Rana

20.11.2017 - 18:59

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Heilsuverk (fyristingarligt)

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hava skriva undir nýggja tvey ára sáttmála.

Í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum kl. 18 varð sagt, at nýggi sáttmálin inniber, at byrjanarlønin hjá einum sjúkrarøktarfrøðingi verður áleið 29.000 kr., og hækkar við árunum upp í 34.000 kr. Harumframt eru viðbøturnar hjá leiðarunum lagdar inn í grundlønina, og hesar geva eisini rætt til eftirløn.

Tíðindafólkið hjá Kringvarpinum visti at siga, at lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hækkaði við 1.500 kr. í mun til núverandi løn, men møguleikin at fara upp í løn verður víðkaður.