Mynd: Eilif Jógvansson

Nýggi Stapin komin á Toftir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

26.03.2016 - 17:10

> Tíðindi > Føroyar

Í dag kom línuskipið Husby Senior, ið P/f Regn á Toftum hevur keypt til Føroya. 

Línuskipið, ið er bygt í 1990, fær nú navnið Stapin, og fyrrverandi Stapin skal eita Skørin, ið er eitt kent skipanavn á Toftum. Í samband við at nýggja línuskipið kom á Toftir fyri fyrstu ferð, varð skipað fyri móttøku, har røður vórðu hildnar og hornorkestur spældi.

Síðan sluppu fólkini, sum vóru møtt upp, ein túr umborð at síggja nýggja farið. 

- Hetta skipið er frá 1990 og skuldi upprunaliga byggjast á Vágs skipasmiðju, men Vágs skipasmiðja fór á heysin beint áðrenn, og tí bleiv skrokkurin bygdur í Danmark og skipið varð gjørt liðugt í Noreg. 

Sami eigari og skipari øll hesi árini var eisini tann sami, sum legði skipið at kai á Toftum, og sostatt handaði skipið til nýggju eigararnar, varð sagt í eini røðu í samband við móttøkuna.