Mynd: DR

Nýggi X Factor verturin um dómararnar: Onkuntíð eru tit ov grovir

Sverri Egholm

08.01.2016 - 17:12

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Í kvøld byrjar stóra undirhaldssendingin X Factor aftur. Og tað verður við einum nýggju kvinnuligum dómara ikki minst nýggjum kvinnuligum verti.

Nýggi dómarin, sum skal sita millum Remee og Blachman, er Mette Lindberg, sum er kend úr bólkinum Asteroids Galaxy Tour.

Les eisini: X Factor aftur á skíggjanum

Sofie Linde verður nýggjur vertur í undirhaldssendingini. Hon er ikki serliga væl nøgd við mátan, dómararnir geva kritikk til luttakararnir uppá.

- Onkuntíð eru tit í so grovir, sigur hon við Blachman í einari videoupptøku á dr.dk.

Sum vertur kemur hon tætt at luttakarunum og sær, hvussu teir merkja kritikkin frá dómarunum. Blachman er sjálvandi ikki einigur.

- Tað er ikki mín uppgáva at siga hvussu tey skulu sleppa undan blíva meira keðilig. Tað er ikki nakar pedagogikkur í hesum sum vit gera, sigur Blachman á sín egna hátt.

X Factor byrjar í kvøld klokkan 19 føroyska tíð og verður víst á DR1.

Síggj video her