Nýggir skipsatstøðarar

Tíðindaskriv

19.01.2017 - 17:51

Tíðindi > Útbúgvingar

Í dag fingu sjey skipsatstøðarar prógv á Sjónámi í Klaksvík. Harumframt tóku fimm teirra dugnaskaparprógv í sigling.

Nýggju skipsatstøðararnir eru Pætur Klein á Líknargøtu, Teitur Midjord, Jógvan Páll Hansen, Sam Elttør, Mikala Larsen Mørkøre og Pól Jakku Acala Samuelsen. Niclas Jóhan Hóvsgaarð sum eisini fekk prógv, er ikki við á myndini.

Pætur Klein á Líknargøtu fekk gávu frá Norðoya Sparikassa fyri besta avrik til skipsatstøðara og dugnaskaparroyndina. Harumframt fekk Pætur gávu frá Banknordik fyri stóra hjálpsemi sítt í flokkinum.