Nýggir tónar í Mentunarhøllini á Eiði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

10.11.2017 - 08:32

Mentan > Mentan > Konsertir

Í kvøld verður konsert í Mentunarhølini á Eiði tá spildur nýggja rokk orkestri “Sunda Rokk” fer at spæla. Tað eru ungdómar frá Eiði og Hvalvík sum spæla, har Pauli Poulsen og Ann-Kirstin Hansen hava lagt teimum lag á.

Blásarar og trummur frá Nes sóknar musikkskúla og Norðljómi manna eitt orkestur saman við Eiðis ljómfelag, tey spæla ’Thriller’ hjá Michael Jackson, Beatles og filmslagið Gost-Busters.

Eiðis ljómfelag fer at royna nýggjan búna bæði fyri eygu og oyru. Tey spæla New Orleans løg so sum “Old rugged cross” og “Just a closer walk with thee”.

Nýtt orkestur úr Nes sókn við blásarum og rútmubólki spælir marsj og blues.