Nýggj app: Fylg sjóvarfallinum kring Føroyar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

10.08.2017 - 14:30

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Fiskaaling hevur tikið stig til at menna eina nýggja app, sum nú er tøk til snildfon. Appin eitur Rák, og við henni ber til at fylgja sjóvarfallinum kring Føroyar.

Heimasíðan fiskaaling.fo skrivar, at við nýggju appini ber til at síggja streymin kring Føroyar neyvari enn áður. Appin er hent í sambandi við sigling, útróður, fiskiskap, og eisini fyri tey, ið hava stuttleikabátar.

Appin verður tikin niður á telefonina, og eftir tað er ikki neyðugt at hava internetsamband fyri at brúka hana.

Tá appin verður latin upp, vísir hon eina mynd av Føroyum, sum yvirskipað vísir, hvussu rákið er júst tá. Nýggj mynd av rákinum verður síðani roknað fyri hvønn 15. minutt. Dagur og klokka síggjast niðast á skíggjanum. Eisini ber til at fara inn í ein álmanakka, velja ein ávísan dag og so síggja rákið fyri hvørjar 15 minuttir fyri valda dagin.

Til ber at gera kortið størri og flyta tað runt við at nýta fingarnar á sama hátt, sum tá ein hyggur eftir myndum á telefonini. Pílarnir vísa rætningin á rákinum, og fýra litir vísa ymsu streymferðina. Blátt stendur fyri kyrrindum, grønt fyri einum metri um sekundið, gult fyri tveimum og reytt fyri trimum metrum um sekundið og oman fyri tað. Hetta svarar til ávikavist tvær, fýra og seks sjómíl.

Menningin av nýggju appini er ein felags verkætlan millum Fiskaaling, sum hevur staðið fyri verkætlanarleiðslu og ráðgeving, Fróðskaparsetur Føroya, ið hevur veitt grunddáta, fyritøkan Magnussen Technology, ið er tøkniligur ráðgevi, sniðgevi og forritari, og Statoil hevur veitt fíggjarligan stuðul til verkætlanina.

Appin, sum er ment til at virka á bæði Iphone og Android, kann heintast á heimasíðuni rak.fo har eisini ein vegleiðing er tøk.