Nýggj bók um brodering til búnan verður løgd fram



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

27.10.2017 - 06:42

Mentan > Mentan > Siðvenja & siðsøga

Í 2013 gav Mentunargrunnur Studentafelagsins út bókina Brodering til tann føroyska tjóðbúnan. Tann bókin kom bæði á føroyskum og enskum. Nú gevur Mentunargrunnur Studentafelagsins út Brodering til tann føroyska tjóðbúnan 2.

Henda bókin er ein væl størri bók enn fyrra bókin. Hon er A4 stødd og síðutalið er 132. Øll bókin er skrýdd við litmyndum og hon er í stívari permu. Teksturin er bæði á føroyskum og enskum.

Rithøvundurin, Paulina M. K. Eliasen, hevur í meira enn 30 ár undirvíst í brodering og serstakliga nógv í brodering til tjóðbúnan. Eins og í fyrru bókini sigur hon frá, hvussu hon broderar, og við einari rúgvu av litmyndum verður víst, hvussu til dømis sama mynstur fær ymiska útsjónd við ymsum litum. Paulina M.K. Eliasen vísir á, at vit í Føroyum eru heppin at hava ein tjóðbúna, tí so eru vit altíð klár at klæða okkum til serligar dagar.

At brodera fyriklæði og turriklæði til føroyska búnan er ikki so gamal siður í Føroyum, men frá 1950-unum tók brodering rættiligt dik á seg og breiddi seg kring alt landið. Við hesi bók kemur enn einaferð tilfar út við hollari vegleiðing, ið bæði kann nýtast til undirvísing og heima. Í bókini eru eisini nógvar myndir av fólkum í tjóðbúna.

Føroyaprent legði til rættis og prentaði. Leygardagin 28. oktober verður bókaframløga í hølunum hjá Tórshavnar Kvøldskúla í M.A. Winthersgøtu og sunnudagin 29. oktober verður bókaframløga í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík.

Tíðindaskriv frá Mentunargrunni Studentafelagsins