Nýggj bók um Føroya Handilsskúla



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

06.12.2017 - 10:18

Mentan > Mentan > Uppaling & skúlaskapur

Forlagið Glasir hevur givið nýggja bók út, sum fortelur 30 ára søguna hjá Føroya Handilsskúla frá 1986 til 2016.

Føroya Handilsskúli er formliga lagdur saman við aðrar skúlar í ein stovn. Skúlin var sera framsøkin, tók við læru av øðrum, tá ið tað varð hildið hóskiligt, men fann sínar egnu loysnir, tá ið tað varð hildið at vera neyðugt.

Altjóða samstarv var týðandi partur av virksemi skúlans, og nýmenning var natúrligur partur av frálæruni meiri enn ein mansaldur, og eisini áðrenn orðið var til á føroyskum. Eitt grundsjónarmið skúlans var, at handilsskapur og búskapur mugu skiljast í mun til samfelagsheildina. Bókin lýsir virksemi skúlans frá 1986 til 2016.

Handilsskúlin hevði deildir kring landið, fitt verður gjørt burtur úr Handilsskúlanum á Kambsdali. Forlagið Glasir gevur bókina út. Tórður Johannesarson hevur ritstjórnað.