Nýggj bók: Ungur nemur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

11.03.2018 - 18:03

Mentan > List > Bókmentir

Fróðskapur hevur givið út Setursrit við heitinum Ungur nemur. Talan er um rit við 4 greinum um barnabókmentir. Turið Sigurðardóttir er ritstjóri.

Setursrit er ein ritrøð við greinum eftir granskarar og lesandi á Fróðskaparsetrinum. Evnini eru sprottin av námi og gransking, og útgávan er ætlað granskarum og lesandi á Setrinum, næmingum og lærarum við teir hægru skúlarnar og øllum áhugaðum.

Setursrit 8 snýr seg um barnabøkur í 20. og 21. øld.

Fyrsta greinin í ritinum er “Trupul og tung evni í myndabókini fyri børn – Eitt norðurlendskt rák eftir 2000” eftir Henriettu Arge Jacobsen. Hon byggir á fyrilesturin, ið var seinasti partur av MA-próvnum í føroyskum, sum Henrietta leyk á Fróðskaparsetri Føroya í 2017. Greinin snýr seg um rákið, sum heldur uppá, at barnabøkur eiga ikki at avmarka seg til eitt úrval av “hóskandi” evnum, men takast við allar spurningar, men á ein hátt ið hevur fyrilit fyri børnum. Henrietta viðger myndabøkur, ið gjøgnum samanspæl og mótspæl millum myndir og tekst fáast við tungar spurningar sum eitt nú vansorgan og deyða.

Hinar tríggjar greinarnar eru eftir Turið Sigurðardóttur og viðgera týddar barnabókmentir.

Týðingar er munandi partur av føroyskum bókmentum, serliga barnabókmentunum. Greinin “Týddar barnabøkur – Leiklutir teirra í bókmentakervinum” nemur við summar av hesum leiklutunum hjá týðingum og umrøður sínámillum ávirkanina millum týðingar og móttøkubókmentakervi.

Greinin “Glæstribøkurnar – fyrstu litmyndabøkur á føroyskum” hyggur at teimum 12 litmyndabókunum fyri smá børn, sum komu út í føroyskari týðing í 1958. Tær líktust ikki øðrum bókum á føroyskum, hvørki upprunaligum ella týddum. Tað vóru serliga myndirnar, sum gjørdu munin; bæði hvussu nógv tær fylti afturímóti tekstinum og – ikki minni – at tær vóru í føgrum litum. Myndir og tekstur, evnisval og boðskapur vóru lagað til eina ávísa hugsan um barnabøkur og leistin á tí amerikonsku massamentanini í 1950-árunum.

Pippi Langsokkur var í hinum borðinum; hon breyt normarnar fyri barnasøgur. Hon kom út í føroyskari týðing í 1990-árunum, hálva øld aftan á upprunaligu útgávuna. Greinin “Pippi – Slóðbrótari fyri modernismu í barnabókmentum” nemur á ymist av tí, sum hevur gjørt Pippi til kendasta verkið hjá gitnasta barnabókahøvundi í 20. øld, svensku Astrid Lindgren.

Bókin er 60 bls. og fæst til keyps í bókabúðunum fyri 150 kr