Mynd: DR

Nýggj donsk kanning: Børn hjá eldri møðrum trívast betur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

20.03.2017 - 12:06

Tíðindi > Tíðindi > Danmark

Børn hjá eldri møðrum trívast betur.

Hetta staðfestir eitt nýtt granskingarúrslit frá Aarhus Universitet, har ið danskir granskarar hava kannað, hvørt nakað samband er ímillum, hvussu nógv ár kvinnurnar eru, og hvussu væl teirra fyrstføddu børn trívast.

4700 danskar kvinnur í aldrinum 17-49 ár hava, sambært DR, luttikið í kanningini.

Sambært menningarsinnisfrøðinginum og professaranum á Psykologisk Institut, Dion Sommer, er úrslitið av kanningini ógvuliga greitt.

- Jú eldri kvinnurnar eru, tá ið tær fáa børn teirra, jú betur er trivnaðurin hjá børnunum, sigur hann í hesum sambandi, vísandi á, at tað serliga er, hvussu kvinnan uppalir barnið, sum er við til at gera avgera, hvussu væl, ella minni væl, barnið trívist.

Hann greiðir soleiðis frá hesum:

- Mamman í tí eldra endanum var meira autoritativ. Hon var betri til at geva børnunum frælsi, tá ið tey skuldu hava tað, og á hinari síðuni eisini betri at stilla krøv og at hava eftirlit við børnunum, tá ið tørvur var á tí. Tað var ein góð javnvág.

- Harafturímóti var mamman í tí yngra endanum annaðhvørt ov eftirgevandi, so at børnini kanska fingu loyvi til meira, enn gott var, ella var hon ov strong.

- Í øllum førum var mamman í yngra endanum minni tollynt mótvegis frávíkjandi atferð hjá børnunum.

Sommer vísir á, at ein orsøk til omanfyrinevnda kanningarúrslit, er, at vit gerast meira rúmlig við árunum.

- Jú eldri ein mamma ella ein pápi er, jú meira stresstolerant eru vit, og eru vit betur til at fyrigeva og í heila tikið meira nøgd og grundfest, sigur hann hesum viðvíkjandi.

Grein uppdaterað 17.20 - 20.03.2107