Nýggj donsk sjónvarpsrøð á Netflix



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

03.05.2018 - 10:50

Mentan > Undirhald

Netflix hevur júst almannakunngjørt treylaran fyri einari nýggjari danskari sjónvarpsrøð á stroymingtænastuni,"The Rain", ið kann síggjast omanfyri.

Talan er um eina ræðu/spenningssjónvarpsrøð, ið fylgir nøkrum ungum fólkum m.a. í Keypmannahavn, ið er vorðin ein spøkilsisbýur, aftaná eitt virusfongt regn hevur tikið lívið av flestu innbúgvunum.

Tað er fyrstu ferð, at ein original Netflix sjónvarpsrøð er framleidd í Skandinavia. Handan sjónvarpsrøðina eru danska trioin Jannik Tai Mosholt, Esben Toft Jacobsen og Christian Potalivo. 

Stóru sjónvarpsrásurnar í Danmark, DR og TV2, hava harvið fingið ein nýggjan kappingarneyta - nevniliga sjónvarpsrisan Netflix.

Sjónvarpsrøðin "The Rain" verður tøk á Netflix frá 4. mai.