Nýggj evropeisk gøla við ólógligum kjøti avdúkað


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

17.07.2017 - 09:38

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Spanska løgreglan hevur í samstarvi við Europol handtikið 65 persónar í einum umfatandi máli um handil við ólógligum hestakjøti. Tað upplýsri Europol í tíðindaskrivi í dag.

Sambært myndugleikunum er kjøtið heilsuskaðiligt, og tey handtiknu eru millum annað skuldsett fyri djórapínslu, hvítting av pengum og fyri brot móti fólkaheilsuni, skrivar Europol.

Ólógliga kjøtið er selt kring um stóran part av Evropa, eitt nú í Belgia, Fraklandi, Italia, Portugal, Rumenia, Sveits og Bretlandi.

Sponsku myndugleikarnir fóru longu fyri einum ári síðani at kanna tvey sláturhús í Norðurspania, sum vóru undir illgruna fyri at slagta hestar, ið vóru illa fyri, ov gamlir ella beinleiðis óegnaðir til mannaføði.

Tað er hetta málið, sum nú hevur ført til, at 65 fólk eru handtikin, og myndugleikarnir siga, at tað er ein stórur felagsskapur av lógloysingum, sum stendur aftanfyri, skrivar tv2.dk.

Europol heldur eisini, at samband er millum hetta málið og eina líknandi gølu við hestakjøti frá 2013, tá eitt hollanskt felag varð dømt fyri at blanda hestakjøt upp í oksakjøt.

Ein av teimum handtiknu er ein hollendskur handilsmaður í spanska havnabýnum Calpe, sum eisini hevði samband við málið í 2013. Løgreglan hevur illgruna um, at hann er høvuðsmaðurin í nýggja málinum.