Svenski samferðslumálaráðharrin Michael Damberg var bert ein av fleiri íleggjarum, sum settu spakan í til nýggja flogvøllin

Nýggj floghavn í svensku fjøllunum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.10.2017 - 10:38

Tíðindi > Flogferðsla

Í gjár varð spakin settur í til eina nýggja altjóða floghavn í svensku fjøllunum, nærhendis markinum til Noreg.

Talan er um eina stóra floghavn, sum fyrst av øllum skal flúgva skíðferðafólk til væl umtóktu ferðamálini Sälen og Idre í Svøríki og Trysil og Engerdal í Noregi. Floghavnin verður bygd har sum lítla floghavnin Sälens Flygplats nú liggur.

Scandinavian Mountains Airport verður altjóða heitið á floghavnini, sum eftir ætlan verður liðug um tvey ár. Kostnaðurin av floghavnini verður mettur til 1,1 milliard svenskar krónur, harav umleið 250 milliónir er almen statslig íløga.

Sagt verður, at tað er óvanligt, at ein floghavn verður bygd við tí endamáli at tæna ferðsluna til tvey ymisk lond. Eisini er tað óvanligt, at tað eru privatu áhugamálini heldur enn tey statsligu, sum trýsta á fyri at fáa floghavnina bygda.