Soleiðis kemur nýggja havnin í Aberdeen at síggja út - fer at kosta 3,3 mia. kr.

Nýggj havn í Aberdeen skal nøkta økta framtíðar ferðslu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

18.07.2017 - 10:34

Oljan >

Tað er ikki bara í Føroyum, at stórar havnaútbyggingar verða gjørdar við m.a. vaksandi ferðslu í Norðuratlantshavi í huga. Í oljuhøvuðsstaðnum í hesum partinum av heiminum, Aberdeen, eru eisini umfevnandi ætlanir um havnaútbygging.  Ella rættari – ætlanin er at byggja eina spildurnýggja havn í Nigg Bay sunnan fyri verandi havn. Henda havnaútbygging, sum hevur verið í umbúnað nú í fleiri ár, nærkast. 

Tað seinasta nýggja er, at skotski menningarstovnurin ”Scottish Enterprise” hevur játtað meira enn 100 mill. kr. til nýggju havnina, sum er mett at kosta 3,3 mia. kr. Verandi havnin í Aberdeen er tann elsta í Europa. Hon stavar frá 1136 og er sambært Guiness Book of Records eisini elsta fyritøkan í Bretlandi. Skotska stjórnin sigur í einum úttalilsi, at verkætlanin skal vera liðug í 2020 og fer frá 2026 at skapa 2.300 arbeiðspláss. Nýggja havnin fer at geva olju- og frálandsvinnuna betri umstøður og fer eisini at skapa nýggjar møguleikar fyri vaksandi ferðavinnuna við atliti at ferðamannaskipum (cruise)  eins og virksemi í sambandi við útbygging av varandi orkukeldum. Stórur partur av útbyggingini verður lánifíggjaður av evropeiska íløgubankanum og annars av myndugleikunum í Aberdeen og Aberdeenshire. Fyrsti ráðharrin í Skotlandi, Nicola Sturgeon, hevur júst vitjað í havnaøkinum í Aberdeen. Hon sigur, at havnin í Aberdeen er høvuðs olju- og gasshavnin í Skotlandi og ein av miðdeplunum fyri offshore orku. Nýggja havnin fer at lata upp fyri nógvum nýggjum møguleikum bæði innan ferðavinnu og varandi orku.

Hon vísir eisini á, at stjórnin streingir á at menna ”decommissioning” vinnuna tvs. vinnuna, sum stendur fyri at taka gamlar oljupallar niður og taka teir sundur. Her hevur stjórnin tikið stig til eina ætlan fyri hesa vinnu og hevur sett á stovn ein grunn við 50 mill. kr.

Maggie McGinley, sjóri í Scottish Enterprice sigur, at havnaútbyggingin fer at fáa stóran framtíðar týdning fyri búskaparliga vøksturin í Skotlandi. Ein nýggj kanning vísir, at útbyggingin fer ikki einans at gagna olju- og gassvinnuni men eisini ferðavinnu og varandi orkuvinnu. Colin Parker, stjóri fyri havnini í Aberdeen, sigur, at nýggja havnin fer at skapa heilt nýggjar møguleikar fyri størri skipum og stórum sjóvinnuverkætlanum og harvið skunda undir menningina av økinum sum heild.

Oljuleiting og olju- og gassframleiðsla í bretska partinum av Norðsjónum hevur skapt nógv virksemi í havnaøkinum í Aberdeen. Í 2014 løgdu 5600 olju- og gasskip at í Aberdeen. Hesi seinastu 50 árini síðani oljuvinnan hevur brúkt havnina, tvs. frá 1964 hava meira enn 195.000 olju- og gassskip brúkt havnina í Aberdeen.

Nøkur ár herfyri, í sambandi við føroysku luttøkuna á Offshore Europe í Aberdeen, nýttu føroysku luttakararnir høvi til at vitja havnina í Aberdeen og har fáa innlit í verandi virksemi og vórðu eisini kunnaðir um framtíðar útbyggingarætlaninar. Við í føroyska ferðalagnum vóru m.a. umboð fyri havnirnar í bæði Runavík, Tórshavn og Vági. Tað var FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólkur, sum tók stig til hesa vitjanina. 

Leinkja til grein um vitjanina:

http://oljan.fo/aberdeen+harbour+letur+dyrnar+upp+fyri+foroyingum.html#.VfgbLSsuGEp