Nýggj iPhone kann gerast dýr



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

12.09.2017 - 14:57

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Klokkan 18 skipar Apple fyri tíðindafundi í nýggja høvuðssætinum í California. Væntandi verður nýggj serútgáva í samband við, at tað í ár eru tíggju ár síðani, Apple kollvelti fartelefonmarknaðin við iPhone.

Tað er ikki júst bíligar telefonir, sum Apple er kent fyri, og nýggjastu av slagnum eru einki undantak.

Talan verður helst um tríggjar telefonir, sum Apple-stjórin Tim Cook fer at kunngerða í kvøld. Tær báðar iPhone 8 og iPhone 8 Plus verða dagføringar av útgávunum í fjør, meðan iPhone X, sum eftir øllum at døma verður navnið á serútgávuni, kemur at hava ymiskt nýtt at bjóða og verður helst eisini tann dýrara.

- Nýggja iPhone kemur at liggja upp móti 10.000 krónum. Tað er eingin ivi um, at fólk vera kløkk av prísinum, men Apple veit av hesum. Tað er ein trupulleiki fyri teir, at lægri prísflokkarnir á fartelefonum eru vorðnir so væl umtóktir, sigur David Guldager, sum hevur fylgt við Apple seinastu nógvu árini við tv2.dk.

Samsung hevur júst givið nýggja útgávu av Galaxy Note út, og upp á bara fimm dagar eru 650.000 bíleggingar úr fleiri enn 40 londum gjørdar. So talan er um trýst frá Samsung, heldur David Guldager.

Væntandi kunngerð Apple eisini nýtt ur og dagføring av Apple TV.

Hetta kunnu vit vænta frá Apple í kvøld:
• iPhone 8 og iPhone 8 Plus (dagføringar av iPhone 7)
• iPhone X (Serútgáva við 5,8 tummar OLED-skíggja, við Face ID)
• Dagføring av Apple Watch


Framløgan verður klokkan 18 í Steve Jobs Theater í høvuðssatinum í Cupertino, California. Leinkja til framløguna verður at finna á Portalinum nakað áðrenn.