Nýggj Isaksen-krimi komin í bókhandlarnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

07.12.2017 - 07:41

Mentan > List > Bókmentir

Jógvan Isaksen gevur nú á forlagnum Marselius út fjórðu skaldsøguna í røðini um William Hammer og Skansadeildina. Heljarportur er heitið á nýggjastu útgávuni.

William Hammer er blivin sendur vestur á flogvøllin at arbeiða í einum ikki skipaðum starvi innan løgregluna. Fær bara at vita, at hann kann hjálpa til við trygdarkanningum av ferðafólki, og um tollararnir hava brúk fyri eini hjálpandi hond, so kann hann veita teimum hana. Myndugleikarnir í Havn vilja bara sleppa av við hann. William er fullkomiliga líkaglaður, tí eftir at unnustan hjá honum og komandi barnið blivu sprongd í luftina, ger einki honum mun.

Vend kemur í ein dag millum jól og nýggjár, tá ið Føroyar fáavitjan av einum saudi-arabiskum prinsi við fylgi. Hann er komin fyri at gera stórfingnar sáttmálar, og politikarar og vinnulívsfólk eru á gosi. Teir nógvu gestirnir flyta inn á Hotel Føroyar, sum hesar dagarnar verður ambassada hjá Saudi-Arabia. William Hammer er kortini vísur í, at annað enn vælvild býr undir tí arabisku vitjanina.