Teir tríggir floksformenninir løgdu samgonguskjalið fram í gjár. Frá vinstru Óttarr Proppé, Bjarni Benediktsson og Benedikt Jóhannesson (Mynd: EPA)

Nýggj íslendsk stjórn tekur við í dag


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

11.01.2017 - 12:20

Tíðindi > Ísland

Klokkan hálvgun tvey í dag fer forseti Íslands at seta nýggju íslendsku stjórnina í embæti. Hetta hendir eftir at núsitandi stjórnin fer at leggja frá sær á einum fundi á Bessastøðum.

Ísland fær eina smala mið-høgra stjórn, mannað við Sjálvsteiðisflokkinum, Viðreisn og Bjartari Framtíð, sum fáa ávikavist seks, tríggjar og tveir ráðharrar.

Formaður Sjálvsteiðisfloksins, Bjarni Benediktsson, verður nýggjur forsætisráðharri. Hann hevur sitið sum fíggjarmálaráðharri í núverandi stjórnini, har Framsóknarflokkurin hevur havt leiðsluna.

Hinir ráðharrarnir hjá Sjálvsteiðisflokkinum verða Guðlaugur þór þórðarson, sum verður uttanríkisráðharri, Sigríður Ásthildur Andersen verður løgmálaráðharri, Jón Gunnarsson verður ráðharri fyri samferðslu, útjaðara- og kommunumál, Kristján þór Júlíusson verður mentamálaráðharri og þórdís Kolbrún Gylfadóttir verður ráðharri fyri ferðavinnu, ídnað og menning.

Benedikt Jóhannesson, formaður fyri Viðreisn, verður fíggjarmálaráðharri, þorgerður Katrín Gunnarsdóttir verður fiskivinnu- og landbúnaðarráðharri og þorstein Víglundsson verður ráðharri fyri sosial- og javnstøðumál.

Óttarr Proppé, formaður fyri Bjartari Framtíð verður heilsumálaráðharri og Björt Ólafsdóttir verður ráðharri fyri umhvørvi og náttúrutilfeingi.