(Mynd úr frágreiðingini)

Nýggj kanning: Brexit kann raka Føroyar meint

Ingi Samuelsen

21.02.2018 - 07:44

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

Ovurstórar avbjóðingar standa fyri framman hjá føroyska fiskimálaráðnum og fiskivinnuumsitingini, nú Stórabretland tekur seg burtur úr ES komandi ár.

Hetta tí fiskivinnu- og handilsavtalur, sum eru heilt avgerandi fyri føroyska búskapin, skulu gerast av nýggjum.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur latið gjørt eina frágreiðing, “BREXIT: Avleiðingar fyri føroyska fiskivinnu”, sum vísir hvat tað er, sum stendur uppá spæl. Jóan Pauli Dahl Jakobsen, sum starvast hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, hevur staðið fyri arbeiðinum

Í ritinum verður greitt frá, at tað var atlit til fiskivinnuna, sum var orsøkin til, at bretar valdu Brexit á fólkaatkvøðuni í 2016.

Føroysku viðurskiftini við Bretland eru tí av stórum týdningi í føroysku fiskivinnuni í framtíðini. Tí at næstan øll føroysk veiða í ES-sjógvi í løtuni fer fram í bretskum sjógvi. Tí verða fiskivinnuavtalurnar við ES ikki eins týðandi fyri føroysku fiskivinnuna í framtíðini, men tað vera samráðingarnar við Bretland ístaðin.

Og hesar avtalur kunnu gerast truplar. Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, lýsir støðuna soleiðis:

- Í samráðingunum við Føroyar hava bretar lítið at missa – teir fiska nærum einki inni hjá okkum. Og meðan Bretland er okkara triðstørsti marknaður, hevur føroyski marknaðurin ongan týdning fyri Bretland. Har er altso lítið, vit kunnu trýsta við. At fyrireika hesar samráðingarnarnar frá føroyskari síðu verður tískil ein krevjandi uppgáva.

Sjurður Skaale vísir á, at longu nú vísa serliga hollendingar stóran áhuga í tí, sum gongur fyri seg á fiskivinnuøkinum í Føroyum. Hetta kann vera tekn um, føroysku viðurskiftini við stóra ES-marknaðin koma at broytast munandi.

- Sum er fáa vit ov lítið burturúr fiskiríkidøminum – m.a. orsakað av, at vit ikki sleppa at flyta virkaðar vørur tollfrítt inn á ES-marknaðin. Um ES – afturfyri eina ávísa atgongd til føroyskt sjóøki – vil taka tollin av virkaðum, føroyskum vørum, kunnu heilt nýggir vinnumøguleikar latast upp í Føroyum. Tann mongd, vit fáa í okkara part, kann minka – men prísurin á tí, vit selja, kann gerast nógv hægri, sigur Sjúrður Skaale í skrivi hann hevur sent út saman við nýggju Brexit-frágreiðingini.

- Spæla vit kortini rætt, kunnu vit standa sum vinnarar, tá ein nýggj skipan er komin.

Men tað er heilt avgerandi, at tann persónur, sum átekur sær sessin sum fiskimálaráðharri eftir næsta løgtingsval, er so væl fyrireikaður sum gjørligt, leggur Sjúrður Skaale afturat.

Les “BREXIT: Avleiðingar fyri føroyska fiskivinnu” her