Mynd frá Faroe Pride 2017 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Nýggj kanning: Helvtin av føroyskum LGBTarum líða av tunglyndi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

20.08.2017 - 23:25

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Fleiri altjóða vísindaligar kanningar hava í longri tíð víst, at fólk, ið hava aðra kynsliga sannføring ella samleika, enn tí hinskyndu ella cis, hava munandi verri sálarliga heilsu, enn hinskynd í miðal hava. 

LGBT Føroyar hevur tí gjørt eina víðfevnda kanning av heilsustøðuni hjá limum sínum fyri at vita, um støðan er tann sama í Føroyum. Úrslitið vísti, at føroyskir LGBTarar hava lutfalsliga verri sálarliga heilsu, og á fleiri økjum er støðan sera skakandi. Tørvurin á bráfengis sálarligari viðgerð er stórur. Leita verður nú eftir fígging, so farast kann í gongd við at gera nakað munagott við hesar trupulleikar.

Nýggja heilsukanningin hjá LGBT Føroyar, har 158 limir luttóku, vísir, at næstan helvtin (49%) av føroyskum LGBTarum hava í eitt longri tíðarskeið kent seg tunglyntan, meðan 11% siga seg ivast. Bara 40% siga seg ikki hava verið tunglynt í eitt longri tíðarskeið í sínum lívi.

Til samanberingar við heilsukanningina hjá Fólkaheilsuráðnum í 2015 søgdu bert 4% av øllum føroyingum, at tey vóru “sera darvaði” av tunglyndi síðstu 14 dagarnar. Gott 21% søgdu seg vera “eitt sindur darvaði” av tí sama. Sostatt bendir nógv á, at LGBTarar í Føroyum líða tvífalt so nógv av tunglyndi, sum miðal føroyingurin í kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum.

Meira enn helvtin kennir angist
Heili 56% av føroyskum tví-, sam-, og tvørkyndum siga seg til tíðir kenna angist, sum avmarkar viðkomandi m.a. við, at ikki vilja vera saman við øðrum fólki ella vitja ávís støð. Sambært kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum eru í miðal 18% av øllum føroyingum “sera” ella “eitt sindur” darvaði av angist.

Etingarólag er eisini ein stórur trupulleiki millum samfelagsbólkin. Triði hvør (33%) LGBTari í Føroyum hevur ella hevur havt etingarólag, meðan 35% hava roynt at skatt seg sjálvan við t.d. cutting. Eingin kend føroysk hagtøl eru fyri miðal føroyingum hesum viðvíkjandi.

Orsøkir til sálarligar trupulleikar
Altjóða vísindin hevur granskað ymisku orsøkirnar til, hví tað vísir seg, at LGBTarar hava eina lutfalsliga verri sálarliga heilsu enn hinskynd. Úrslitini vísa, at stigmatisering, fordómar og mismunur av hesum málbólki skapa eitt fíggindaligt og strongt sosialt umhvørvi, sum síðani hevur við sær, at hesin minniluti í alt ov stóran mun fær álvarsamar sálarligar trupulleikar at dragast við.

Sjálvhjálparbólkar skulu bøta um trupulleikan
LGBT Føroyar arbeiðir í løtuni við at finna fígging til at seta á stovn sjálvhjálparbólkar, har tey, sum hava tørv á hesum, við professionellari hjálp, kunnu søkja sær hjálp og stuðul, soleiðis at føroyskir LGBTarar fáa møguleika til at betra um sálarligu heilsuna. Hetta hevur víst seg at geva munagóð úrslit uttanlands. Ætlanin er at seta eitt væl útbúgvi toymi við professionellum fólkum við hóskandi royndum, sum saman kunnu leiða sjálvhjálparbólkarnar yvir eitt longri tíðarskeið.