(Mynd: Colourbox)

Nýggj kanning: Í mesta lagi 7 alkoeindir um vikuna



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

13.04.2018 - 08:31

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Tann mongdin av alkoholi, mann fyrr trúði var óskaðilig, kann í veruleikanum geva álvarsligar trupulleikar. Tað er niðurstøðan í einari nýggjari altjóða kanning, sum er kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum The Lancet. Vaksin burdu ikki drukkið meir enn sjey alkoeindir um vikuna - ella í miðal eina um dagin.

Kanningin sameinir úrslit frá 83 kanningum, sum eru gjørdar í 19 ymiskum londum við tilsamans 600.000 royndarfólkum. Niðurstøðan staðfestir, at fólk, sum drekka meir enn 7 alkoeindir um vikuna, doyggja væntandi fyrr enn tey, ið drekka minni.

Niðurstøðan vísir harvið á, at leiðreglurnar fyri hvussu nógv rúsdrekka, ein kann drekka, uttan nakar vandi er á ferð, eru ikki nóg strammar í nógvum londum - eisini í Føroyum.

Fólkaheilsuráðið skrivar á m.a. heimasíðu síni, at rúsdrekka er ongantíð vandaleyst, og mann skal ikki drekka fyri heilsuna. 

- Tað er lítil vandi fyri at gerast sjúkur av rúsdrekka, um kvinnur drekka minni enn 7 alkoeindir, og menn drekka minni enn 14 um vikuna.