Altjóða oljumiðlar gera nógv burtur úr nýggju og spennandi verkætlanini eystan fyri føroyska markið

Nýggj oljuleið eystan fyri Føroyar fyrireikar seg til fyrstu framleiðsluna



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

22.02.2018 - 10:22

Oljan >


Komandi ár verður enn ein oljuvarði lagaður á leiðunum vestan fyri Hetland. Tá er ætlanin, at fyrsta oljan frá nýggju og stóru oljukelduni Lancaster har suðuri á Atlantsmótinum skal spríkja upp úr undirgrundini. Tað er oljufelagið Hurricane Energy, sum stendur fyri hesi nýggju og spennandi verkætlanini, ið er tann fyrsta av sínum slag á bretska landgrunninum. Tað, sum er serstakt fyri hesa oljuleiðina, ið eisini verður nevnd ”The Greather Lancaster Area” og fevnir um fleiri oljukeldur, sum tilsamans goyma upp til 2 mia. tunnur av olju, er, at oljan liggur í rivum í sjálvum grundfjallinum, tvs. undir vanligu sedimentløgunum, haðani oljan vanliga finst. Hetta sjáldsama fyribrigdið verður nevnt ”fractured basement”.

Tað er oljupionerurin, Robert Trice, sum stendur aftanfyri hesa óvanligu verkætlanina, ið liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið, beint sunnan fyri oljukeldurnar Foinaven og Schiehallion. Ætlanin er at byrja í smáum tvs. fyrst at fara undir eina avmarkaða útbygging og framleiðslu uppá 17.000 tunnur um dagin. Fyri síðani at útbyggja hana seks ár seinni. Kostnaðurin fyri hesa útbyggingina er góðar 3 mia. kr. Felagið hevur leigað framleiðsluskipið Aoka Mizu, sum á sinni stóð fyri framleiðsluni hjá Atlantic Petroleum í Norðsjónum. Skipið verður í løtuni umvælt í Dubai og skal eftir ætlanini koma á oljuleiðina vestan fyri Hetland í heyst.

Lancaster fundið varð gjørt í 2009 men ikki fyrr enn eftir boring í 2016 varð komið eftir, hvussu stórt hetta fundið varð. Og hetta kom eisini sera væl við hjá bretskari oljuvinnu, eftir at oljuprísurin kollapsaði í 2014. Tíðindini eru eisini sera góð fyri økið og framtíðina vestan fyri Hetland, sum nú aftur sær eina nýggja oljuleið útbygda til framleiðslu. Umframt høvuðskelduna Lancaster fevnir henda oljuleiðin eisini um fleiri aðrar keldur í grannalagnum so sum Lincoln, Halifax og Warwick. Ætlanin er so við tíðini at útbyggja hesar eisini og binda tær í høvuðskelduna, har framleiðslu- og goymsluskipið Aoka Mizu fer at taka oljuna upp.

Fyri Atlantsmótið sum heild og fyri vónirnar at finna olju í føroyska grannalagnum er henda útbyggingin ein góð áminning og fyrimynd.

Kelda: Energy Voice, BBC, Offshore.com,