Nýggj ovastevna og einki hegn

Tíðindaskriv

11.08.2015 - 12:33

Mentan > Nólsoy

Bygdastevnurnar eru nógvar, men lítið man verða at ivast í, at ovastevnan er nakað sersrakt, og eftir ólavsøkuna og festivalarnar man ovastevnan mangan hava verið mest vitjaða stevna í Føroyum.

Tí vóru nólsoyingar fegnir um, at nýggj stevnunevnd beyð sær at skipa fyri stevnu í ár, tá Stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy á heysti í fjør boðaði frá, at hon ikki skipaði fyri fleiri stevnum.

Stuðulsnevndin boðaði tá frá, at ætlanin um at byggja svimjihylin lidnan ikki er slept, men at stevnan ikki longur fer at verða ein av inntøkukeldunum.

Nýggja stevnunevndin hevur einans til endamáls at skipa fyri stevnuni, og hevur stevnan ikki til endamáls longur at savna pengar inn. Hinvegin eru fleiri feløg og áhugafeløg í Nólsoy, og hesi fara at brúka høvið til at skipa fyri ymiskum tiltøkum á stevnuni, sum so eisini kunna geva eina inntøku til raksturin. Tí verður einki gjald kravt fyri at koma inn á stevnuøki og harvið einki hegn kring bygdina.

Tað verður gamla keiøkið í bygdini í høvuðsheitum verður karmur um stevnuna í ár. Her verða tónleikaframførslur, stórt tjald verður sett upp, og fleiri matsølur fara at selja mat allan leygardagin.

Sum nakað nýtt verða eisini útikonsertir á einum altani, sum vendir oman móti keiini. Ragnar Finnson og Punjab fara at framføra á hesum sermerkta palli.

Regatta 2015, sum byrjar á Eiði fríggjakvøld og setir kós suður til Hósvíkar. Leygardagin endar hon sum vant á ovastevnu í Nólsoy. Nólsoyingar vóna at síggja nógvar bátar á víkini og einki gjald verður kravt fyri at koma at kei.

Svimjing verður enn einaferð um fjørðin. Fastur táttur á ovastevnu er eisini svimjingin um Nólsoyarfjørð og sum skilst eru níggju svimjarir meldaðir til.

- Kunningarstovan, Heimavirki og nýggja og hugnaliga spælistaðið - Maggies - fara at hava opið og eru til reiðar at taka ímóti fólki.

Ovastevna verður nú um vikuskiftið, og Strandferðslan hevur sum undanfarin ár víst stevnuni vælvild og fer at sigla eftir serligari skrá.