(Skermmynd frá heimasíðuni hjá Blank, NRK)

Nýggj Skam-líknandi seria frá NRK



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

16.04.2018 - 09:05

Mentan > Mentan > Barna- og ungdómsmentan

Norska kanalin NRK kom seint leygarkvøldið við einari nýggjari ungdómsseriu. 

Serian, sum eitur 'Blank', minnir uppá nógvar mátar um seriuna 'Skam', sum Kringvarpið eisini vísti, og sum bergtók fólk kring allan heimin.

'Blank' hevur sína egnu heimasíðu, og har liggja tvey sjónbandsbrot og Instagramuppsløg í stíl við heimasíðuna hjá 'Skam'.

Karakterirnir í 'Blank' eru eitt sindur eldri enn teir í 'Skam', og serian handlar í stuttum um lívið aftaná student, skrivar NRK. Á heimasíðuni eru inntil víðari tríggir persónar í nýggju seriuni kunngjørdir - Susanne, Mats og Ella.  

Um 'Blank' serian verður líka væl móttikin, sum 'Skam' var á sinni, er ikki til at vita, men stílurin tykist at vera hin sami - so 'Skam' fjepparar hava allarhelst okkurt at síggja fram til.