Mynd: Eyðfinn Debes

Nýggj vatnveiting í Hvalba



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

12.08.2017 - 21:28

Tíðindi > Suðuroy - Hvalba

Í Hvalba er nú farið undir at gera nýggja vatnveiting til bygdina.

Kommunan skrivar, at tað hevur verið ein trupulleiki í fleiri ár, at partar av summarinum er ikki nóg nógv vatn, og tað er serliga galdandi fyri veitingina til flakavirkið.

- Fyri at tryggja at øll fáa nóg nógv vatn alt árið, her verður serliga hugsa um vinnulívið, var í fjørð samtykt av fara undir at fáa nýggja vatnveiting til bygdina, skrivar kommunan, sum hevur gjørt av, at nýggja veitingin kemur frá gomlu kolanámunum í Rókhaga, á Knænum, sum tað verður rópt.

- Mátingar eru gjørdar, sum vísa at her kemur ríkiligt av vatni til at veita allari bygdini nokk av vatni alt ári, skrivar Hvalbiar kommuna.