MYnd: EPA

Nýggja bretska stjórnin higartil

Steinar Patursson

13.07.2016 - 21:20

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Theresa May, sum í dag tók við sum forsætisráðharri í Stórabretlandi, skal í kvøld kunngera, hvør skal manna nýggju stjórn hennara.

Hóast øll nøvnini eru ikki enn komin upp á pláss, so hevur BBC fingið at vita týdningarmiklastu postarnar, ið síggja soleiðis út:

Fíggjarmálaráðharri: Philip Hammond

Philip Hammond, ið júst hevur verið uttanríkisráðharri, er valdur til fíggjarmálaráðharra. Hann loysir George Osborne av, ið hevur lagt frá sær í stjórnini.

Uttanríkisráðharri: Boris Johnson

Ein av oddamonnunum handa Brexit, Boris Johnson, skal vera uttanríkisráðharri, og loysir sostatt Hammond av á tí sessinum. Johnson hevur áður verið borgarstjóri í London, men hevur ongantíð havt ein ráðharrasess.

Innanríkisráðharri: Amber Rudd

Av tí at Theresa May nú er forsætisráðharri, so hevur Amber Rudd loyst hana av sum innanríkisráðharri. Rudd var orku- og umhvørvisráðharri í undanfarnu stjórn.

Áhugavert verður at vita, hvussu Rudd og Boris Johnson fara at semjast í stjórnini, tí í Brexit stríðnum, har hon var á Remain síðuni, fekk hon nógvar ákoyringar, eftir at hon segði um Boris Johnson, at hon hevði ikki havt álit á honum at koyra hana heim eftir eitt kvøld í býnum.

Verjumálaráðharri: Michael Fallon

Higartil er Michael Fallon einasti ráðharri, ið varðveitur sess sín.

Uttanríkisráðharri fyri Brexit: David Davis

Ein nýggjur sessur er settur á stovn til at standa fyri fráferðini úr ES. David Davis er í Stórabretlandi kendur fyri at vera atfinningarsamur móti ES. Hann hevur verið skuggainnlendismálaráðharri fyri bæði Michael Howard og David Cameron. David Davis tapti formansvalið hjá teimum konservativu í 2005 móti David Cameron.