Býráðið í Sunda kommunu (Mynd: sunda.fo)

Nýggja býráðið í Sunda kommunu skipað seg

Niels Petersen

21.12.2016 - 23:08

Tíðindi > Sundalagið

Á almennum býráðsfundi mikukvøldið 21. desember skipaði nýggja býráðið í Sunda kommunu seg. Hetta skrivar kommunan á heimasíðu síni.

Borgarstjóri næstu fýra árini verður aftur Heðin S. Zachariasen, og varaborgarstjóri verður Thordis Dahl Hansen.

Í sambandi við, at nýtt býráð tekur við 01. januar 2017, sigur Heðin S. Zachariasen:
"Nýggja býráðið fer nú við treysti til verka. Sunda kommuna er í menning, og ein av týdningarmiklu uppgávunum hjá kommuni er at tryggja framhaldandi menning og trivnað fyri allar borgarar. Stóra málið hjá nýggja býráðnum er at byggja nýggja skúlan og ítróttarhøllina. Hetta er eitt stórt og neyðugt tak, sum vit sum kommuna taka saman. Hetta fer at seta sín dám á býráðsarbeiðið tey næstu árini. Við hesi verkætlan tryggja vit bestu karmar fyri undirvísing, ítrótt og mentan."

Nevndirnar skipaðu seg eisini hetta kvøldið. Býtið bleiv soleiðis:

Fíggjarnevnd:
Heðin S. Zachariasen, formaður
Thordis Dahl Hansen, næstforkvinna
Magnus Pauli Dahl Olsen
Jacoba Kruse
Pól Nikái Torkildshøj

Tekniska nevnd:
Elias Hammer, formaður
Magnus Pauli Dahl Olsen, næstformaður
Trygvi Kallsoy
Kári Matthíasson
Jóhan Heiðrikur Mouritsen

Trivnaðarnevnd:
Thordis Dahl Hansen, forkvinna
Trygvi Kallsoy, næstformaður
Jacoba Kruse
Hansina Jensen
Elsa Maria Magnusardóttir Olsen