(Mynd: Faroephoto / Ólavur Frederiksen)

Nýggja havnin úr erva

Ingi Samuelsen

05.09.2017 - 08:55

Tíðindi > Streymoy - Tórshavn

Tað gongur stútt framá við at byggja út Tórshavnar havn. Grótprámarnir sigla stútt millum Gulan/Glyvursnes og økið út fyri Skansabryggjuna, sum nú verður fylt út.

Eftir loftmyndini, sum Ólavur Frederiksen hevur tikið, sæst, at útfyllingin er komin væl á veg, men enn er nógv eftir.

Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt einaferð í 2019.