Nýggja nevndin í Mentanargrunni Landsins farin til verka



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

10.01.2017 - 16:33

Tíðindi > Mentan > Mentanarpolitikkur

Nývalda nevndin í Mentanargrunni Landsins var í vikuni á fundi í Mentamálaráðnum. Á fundinum kunnaði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, nevndina um grunnin og um, hví landsstýrið hevur valt at hækka játtanina til Mentanargrunnin við 1,1 mió. kr. í 2017.

Hetta boðar Mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi til Portalin í dag.

Mentamálaráðið sigur, at í nýggu nevndini eru Ingun í Skrivarastovu, forkvinna, og Gulla Øregaard, Leif Hansen, Urd Johannesen og Annfinnur Heinesen. Varalimir eru Sissal Kampmann, Kristina Joensen, Ivan Niclasen, Sunnvá Bæk og Dagfinn Olsen.

- Økta játtanin er ein liður í málinum at uppraðfesta játtanina til mentanar-og listastuðul, sum landsstýrið hevur sett sær fyri at fremja, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, í hesum sambandi.

Komandi tvey árini verður játtanin til Mentanargrunn Landsins stigvíst hækkað við 1,1 mió. kr. um árið. Í fíggjarlógini verður økta játtanin til Mentanargrunnin grundgivin við, at hon fer at skapa enn størri trivnað og fáa enn fleiri av okkara ungu at velja Føroyar sum landið, har tey liva, sigur Mentamálaráðið í tíðindaskrivi sínum.