Mynd: Mikkjal Godtfred

Myndir: Nýggja Ruth komin til Hirtshals



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

12.03.2016 - 10:05

> Tíðindi > Danmark

Stásiliga uppsjóvarskipið, ið føroyingar í Hirtshals hava latið byggja er nú komið til Hirtshals.

Ruth varð doypt og yvirtikin í Skagen í gjár, har skipið er bygt.

Føroyingarnir Mikkjal Godtfred og Hans Jacob Petersen skulu føra nýggju Ruth. Nær farið verður fyrsta túr er óvist.

Nýggja Ruth kostaði umleið 250 mio krónur at byggja, og skipið er sera nútímans. Ruth er heimsins fyrsta skip, ið hevur møguleikan at fiska við tveimum trolum.

Í samband við at nýggja Ruth er komin til Hirtshals fyri fyrstuferð, verður høvið at síggja skipið frá kl.11-16 í dag.

Lesast kann meira um nýggju Ruth her.

Næsta skipið, ið verður latið eigarunum frá Karstensens Skibsværft í Skagen er nýggi Beinur, sum familjan Tindskarð og Gunnar Nolsø lata byggja. Nýggi Beinur skal latast eigarunum í summar.