(Mynd: EPA)

Nýggja stóra konserthúsið í Hamburg verður latið upp í kvøld


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

11.01.2017 - 14:04

Mentan > Mentan > Konsertir

Í dag sleppa íbúgvarnir í týska býnum Hamborg endiliga at uppliva, at stóra nýggja konserthúsið í býnum, Die Elbphilharmonie, kann takast í nýtslu.

’Elphi’, sum bygningurin longu verður nevndur á mannamunni, er eitt risastórt konserthús við pláss fyri 2.000 áhoyrarum. Bygningurin er 110 metrar høgur og er bygdur út í ánna Elben mitt í stóru havnini í Hamburg.

Upprunaliga var ætlanin, at konsertsalurin skuldi standa liðugur í 2010. Í staðin fyri tvær milliardir krónur, kom bygningurin at kosta 6,4 milliardir. Altso ein stór byggigøla.

Men málini við verkætlanini vóru eisini stór. Hamburg vil við hesum sermerkta bygningi gerast leiðandi tónleikabýurin í Týsklandi í 2025. Tað er eitt stórt mál at seta sær, tá hugsað verður um, hvussu ríkt tónleikalívið, serliga tað klassiska, er í Berlin, Dresden og München.

Á fyrstu konsertini í Die Elbphilarmonie í kvøld verður tónleikur av m.a. Wagner, Beethoven, Britten og Messiaen. Møguleiki er at fylgja við á heimasíðuni hjá húsinum

Herundir kunnu hugtakandi dronumyndir frá bygninginum síggjast. Eisini er ein líknandi filmur at síggja á heimasíðuni hjá Danmarks Radio