Nýggja tænastuskipið Martin komið á Havnina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

27.02.2017 - 07:56

Tíðindi > Fiskivinna - útróður

Aftaná full-scale royndir fríggjadagin loysti "Martin" frá Havyard skipasmiðjuni í Leirvik, Norra, leygardagin seinnapartin stutt áðrenn kl. 16. Skipið kom á Havnina í morgun. Skipari á hesi fyrstu ferðini heim til Føroya er Niels Leivsson í Buð, ið áður hevur starvast sum yvirstýrimaður umborð á "Hans á Bakka".

"Martin" fer væntandi til verka beinanvegin týsdagin. Á stóra afturdekkinum er sett upp útgerð at reinsa lús av laksinum við flógvum sjógvi. Útgerðin er liður í okkara átaki at økja orkuna munandi at vaska laksin uttan nýtslu av kemiskum evnum.

Skipið er, sambært Bakkafrosti, ikki opið fyri almenninginum í dag, men boðar felagið harafturímóti frá, at í staðin verður almenn móttøka á Bakka leygardagin 4. mars við røðum og heilsanum til skipið. Móttøkan byrjar kl. 14. Tað er opið skip aftaná móttøkuna fram til kl. 17.