Nýggja tvíkiljan frá MEST til Marine Harvest sjósett í gjár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

12.06.2018 - 07:28

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Byggivinna

Tann nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið Mjølnir, er bygd til aliøki í Sundalagnum og fær heimstað í Haldórsvík.

Seinasta hálvtannað árið hevur MEST latið 4 tvíkiljur frá Skipasmiðjuni í Havn til Bakkafrost og er hetta sostatt tann fimta í røðini.

Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 114 á MEST, er 15 m long og 7 metrar breið. Tvíkiljan er útgjørd við einum stórum MELCAL krana av støddini 50 tm, einum 2x457 HK Cummins høvuðsmoturi, einum 113 kW Cummins hjálpimotori og 15 tons deksspæli við moonpool. 

Sum nakað nýtt í mun til aðrar tvíkiljur hevur Mjølnir fingið ísett eina lásiskipan til íbinding av ketum frá aliringum. Skipanin er av slagnum Aukra Safelink 10 tons. Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

- At Marine Harvest letur okkum uppí hendi at standa fyri slíkari uppgávu taka vit sum eitt tekin um álit, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.