Mynd: Bakkafrost

Myndir frá tá nýggja virkið á Glyvrum bleiv reist

Jógvan Hugo Gardar

28.11.2015 - 09:04

>

Nýggja virkið hjá Bakkafrost á Glyvrum er nú reist. Reisigildi var í gjár.

Regin Jacobsen, forstjóri á Bakkafrosti sigur at virkið er 16.000 m2 til víddar.

- Dagliga kann virkið tá tað er liðugt framleiða 450 tons av laksi, harav helmingurin kann virkast til lidnar vørur. Dentur verður lagdur á, at framleiða allar besta góðsku og breiðari vøruurval enn við verandi virkjum, sigur hann.

Tað er Eyðun Petersen arkitektur, sum hevur teknað virkið – og hevur eftirlit við byggingini. Articon hevur høvuðsentreprisuna, Kaas stálentreprisuna, Elektrikarni og El-Teknik el-entriprisuna, Maria Poulsen HVS entreprisuna. SMJ hevur havt ráðgevarauppgávuna viðvíkjandiHVS. LBF hevur tikið sær av konstrtuktión og el-ráðgeving.

- Nú er so smátt fari ígongd við installatiónir av maskinparkini, hetta er sera umfatandi, men væntandi verður klárt at byrja framleiðslu til várs, sigur Regin Jacobsen.