(Mynd: Barbie, Twitter)

Nýggjar Barbiedukkur skulu virka sum fyrimyndir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

11.03.2018 - 08:07

Mentan > Mentan > Barna- og ungdómsmentan

Týsdagin, tveir dagar áðrenn Altjóða kvinnudagin, kunngjørdi Mattel á heimasíðu teirra, at nýggjar Barbiedukkur eru komnar út. Men hesar Barbiedukkur síggja ikki út sum vanligar Barbiedukkur - tær byggja á veruligar kvinnur, sum skulu virka sum fyrimyndir hjá nýggja ættarliðnum.

- 86% av spurdum mammum stúra fyri hvørjar fyrimyndir verða vístar fyri dóttrum teirra. Tað er orsøkin til, at Barbie vil vísa dømi uppá fyrimyndarligar, veruligar kvinnur.  

Í nýggjastu røðini eru dukkur, sum m.a. byggja á Chloe Kim, snjófjølara, Frida Kahlo, listakvinnu, Patty Jenkins, filmsskapara, og Nicola Adams Obe, boksingmeistara.

- Dukkurnar eru sniðgjørdar til at geva ungum gentum íblástur til at finna teirra markleysa potentiali, samstundis sum tær læra um tær fantastisku kvinnur, ið hava slóðað vegin fyri teimum.