(Mynd: Jens Kr. Vang)

Nýggjar tíðir i Sarpugerði

Agnar Frederiksen

07.03.2018 - 15:04

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Betri deildin hjá monnum verður bríkslað í gongd sunnudagin, og Portalurin fer næstu dagarnar at hava samrøður við leikarar og venjarar frá øllum liðunum.

Seinastu árini hevur Víkingur veruliga stabiliserað seg, sum eitt oddalið í føroyskum fótbólt. Frá 2012 til og við 2015 vann Víkingur Løgmanssteypið á hvørjum ári. Seinastu tvey árini hevur liðið vunnið FM, og liðið hevur fleiri ferðir seinastu árini, spælt seg víðari í evropeiskari kapping. Sostatt er liðið úr Gøtu og Leirvík liðið við mest “succes” í Føroyum í hesum ártígginum.

Víkingur hevur mist meistaravenjaran, Sámal Erik Hentze, leikandi hjálparvenjaran, Sorin Anghel og rutineraðu Fróða Benjaminsen og Hans Paula Samuelsen, ið tilsamans hava vunnið 10 FM-heiti. Umframt hetta er tað ivasamt, um stinni miðverjin, Erling Jacobsen kemur at spæla í ár, og tað er so gott sum 100% sikkurt, at stinni høgri bakkurin, Gert Hansen, ið nu er partur av venjaratoyminum, ikki fær nakran leiklut á vøllinum orsakað av trupuleikum við knænum.

Tveir verjuleikarar eru komnir til meistaraliðið: Dennis Moreno úr Spania og 
Adrian Cașcaval úr Moldova. Rasheed Alabi úr Nigeria skuldi koma til felagið, men tað er nú greitt, at arbeiðsloyvi ikki fæst til hann. Tað verður skotski Maurice Ross, ið kemur at stýra Víkinga-skútuni víðari. Hann var venjari hjá suðringum í fjør, men í ár er ein ørvísi avbjóðing fyri framman.

Miðvallarin Sølvi Vatnhamar ásannar, at tað eru nýggjar tíðir i Sarpugerði, men hann er jaligur umkring nýggja venjaran, og hann gleðir seg at koma í gongd við nýggja árið við einum yngri og spennandi hópi:

- Tað eru stórar broytingar í hópinum hjá okkum til hetta kappingarárið. Vit hava mist nakrar týðandi leikarar, og avloysarar skulu finnast í okkara egna góða ungdómi, saman við tveimum leikarum vit hava heinta útifrá. Samstundis hava vit fingið ein nýggjan og spennandi venjara í Maurice, sum ynskir at spæla ein øðrvísi stíl og eina øðrvísi leikskipan. Hann er ein ungur venjari, men hevur góðar royndir sum leikari á høgum støði, so hann hevur heilt víst nógv at geva okkum; serliga teimum ungu leikarunum. Tað hevur verið bæði spennandi og stuttligt at vera Víkingur tey seinastu nógvu árini, og tað er eins spennandi at fara undir kappingarárið 2018. Í ár er tað bara á ein øðrvísi hátt, tá vit skulu undir eitt heilt nýtt prosjekt, um man kann kalla tað so.

31 ára gamli leirvíkingurin hevur verið ein lyklaleikari á Víkinga-liðnum seinastu tíggju árini, har hann er skrásettur fyri 237 dystir. Eftir gjøgnumbrotið á A-landsliðnum í 2014, hevur Sølvi Vatnhamar verið fastur maður har. Orkuríki og evnaríki miðvallarin er valdur til ársins leikara tvey ár á rað, og er avgjørt ein stór orsøk til frálíku úrslitini í landskappingini, steypakappingini og í Evropa seinastu árini. Fyri Sølva er eingin ivi um, at svongdin framvegis er í hópinum, og hann undirstrikar eisini týdningin av at fáa ungar leikarar spældar inn.

- Kensluna av at vinna verða vit ongantíð troyttir av, og hana skulu vit eisini hava bankaða í okkara ungu dreingir. So nei; hóast vit hava havt nøkur góð ár, so er eingin vandi fyri at svongdin er minkað, heldur er hon størri enn nakrantíð. Og tað er sjálvandi umráðandi, at fáa sett ungar leikarar við. Tað er nakað, ið skal fara fram leypandi og tað skal helst slúsast onkur inn á hvørjum ári, og í ár verða tað helst fleiri sum fáa sítt gjøgnumbrot.

Sambært Sølva Vatnhamar er málsetningurin ikki eins høgur, sum í fjør hjá liðnum úr Eysturkommunu. Til tað eru broytingarnar ov stórar.

- Til undanfarna ár var málsetningurin at vinna FM, men stórar broytingar eru framdar upp á stutta tíð. Tað ger helst at málsetningurin ikki er heilt tann sami í ár, men eg haldi, at vit mugu royna at halda fast við evropeiskan fótbólt.

Hvat er títt persónliga mál fyri kappingarárið?

- Gongdin hjá Víkingi hevur verið góð, og tað hevur eisini givið mær nøkur góð ár persónliga. Vónandi kann hetta halda áfram í 2018, eg ætli mær í øllum førum, at geva alt sum eg kann, fyri at Víkingur aftur í ár kappast í oddinum í føroyskum fótbólti.

Sum heild væntar Sølvi at Betri deildin verður hørð og jøvn í ár.

Tað er eitt spennandi ár fyri framman. Fleiri av liðunum spenna boðan, og hava styrkt seg væl. So kappingarárið ið er fyri framman verður bæði hart og spennandi. Sum heild haldi eg at støði hækkar og kappingin harðnar á hvørjum árið.

Lýs teg sjálvan sum leikara við trimum orðum
Viljasterkur, arbeiðssamur og toli ikki at tapa

Besta fótbóltsminni
Tað er torført at velja eitt minni út, men her eru so nøkur av nógvum góðum fótbóltminninum:
Tromsø 1 – 2 Víkingur(2014)
Grikkaland 0 – 1 Føroyar(2014)
Føroyar 2 – 1 Grikkaland(2015)
Trepca 1 – 4 Víkingur(2017)
5 sigrar í steypafinaluni
2 Føroyameistaraheitir

Besti dystur í karrieruni: 
Trepca 1 – 4 Víkingur í Champions League í fjør

Besti leikari tú hevur leikt saman við: 
Har eru nógv góð boð! Eingin klárar at sláa HJD16 (Hans Jørgen Djurhuus, red.) av liðnum, Hanus (Jacobsen, red.) blívur bara betur við árunum, men valið fellur á el-capitano: AG4 (Atli Gregersen, red.) Hann hevur verið framúr bæði fyri Víking og á føroyska landsliðnum

Besti mótstøðuleikari:
Altjóða høpi: Cristiano Ronaldo

Føroysku kappingini: Róaldur Jakobsen, tað er altíð trupult at spæla ímóti honum. Vit hava eftirhondini havt nógvar duellir okkara millum


Les eisini: Spennandi hópur á Skála

Les eisini: HB-málverjin ger runavíkingar til favorittar

Les eisini: Suðringar broyta spælistíl