Nýggjársrenning og ítróttargudstænasta nýggjársdag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

31.12.2017 - 15:35

Mentan > Trúarlív

Sum siður er, skipar ítróttarfelagið Frælsi fyri árligu nýggjársrenningini 1. januar 2018. Í ár verður runnið og gingið frá Sandavágs kirkju til Miðvágs kirkju.

Nýggjársrenningin er eitt afturvendandi tiltak, sum skipað hevur verið fyri í nøkur ár, har skift verður at ganga og renna ímillum kirkjurnar í oynni. Nýggjársrenningin og ítróttargudstænastan er ein góð byrjan uppá nýggja árið, at røra seg og fáa kropsliga og andaliga føði.

Ítróttarguðstænastan verður í ár í Miðvágs kirkju, har Henning Bøgesvang prestur prædikar.

Byrjað verður við Sandavágs kirkju klokkan 14 og ítróttargudstænastan verður klokkan 15.

Tá komið er á mál við Miðvágs kirkju, verður møguligt at skifta í kirkjukjallarinum, og við stuðli frá FK verður bjóða uppá frukt, vatn og saft.

Tað er kalt úti, so viðmælt verður at vera væl ílatin og at vera í endurskinsvesti.