Nýggjárssangløta í Siloa



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

06.01.2018 - 16:28

Mentan > Mentan > Konsertir

Í annaðkvøld, sunnukvøldið, 7. január, verður ein serlig nýggjárs-sangløta við felagssangi og nøkrum framførslum í Siloa í Fuglafirði!

Sungið verður úr Nýggju Sangbók, og nú vit fóru um eitt ársskifti, verður serligur dentur lagdur á sangir, sum á onkran hátt endurspegla hetta.

Umframt nógvan felagssang fara vit at hoyra Mariu á Lakjuni, Sólju Hansen, Barnakórið og Bárð á Lakjuni syngja fyri okkum.

Komið og syngið við – og lurtið!