Harrison Ford er við aftur

Nýggjasti Star Wars-filmurin um at vera klárur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

20.10.2015 - 16:43

Mentan > List > Filmslist

Fjepparar av Star Wars-filmunum kunnu nú av álvara byrja at gleða seg til komandi filmin, ið hevur frumframførslu beint undan jólum.

Trailarin til ”Star Wars: The Force Awakens” er nú lagdur á netið. Hendingarnar í hesum Star Wars VII-filminum eru lagdar 30 ár eftir hendingarnar í ”Return of the Jedi”.

George Lucas hevur skapt henda serliga framtíðarheimin í rúmdini, har tað góða stríðist móti tí ónda. Fyrsti Star Wars filmurin kom í 1977 og síðan komu framhald í 1980 og 1983. Í árunum 1999 til 2005 komu tríggir nýggir filmar við hendingum, ið ganga fyri seg undan teimum trimum fyrstu.

Í 2012 keypti Disney-samtakið konseptið frá Lucasfilm, og boðaði frá, at tey fóru at gera tríggjar Star Wars-filmar afturat har hendingarnar fara fram eftir teir upprunaligu filmarnar. J. J. Abrams, kendur frá m.a. Mission Impossible og Star Trek, leikstjórnar ”The Force Awakens”.

Ætlandi kemur 8. partur av Star Wars í 2017 og 9. partur í 2019.

”The Force Awakens” fær heimsfrumframførslu 16. desember. Hann er longu komin á skránna hjá Havnar Bio.

Trailarin til nýggja filmin sæst herundir.