Nýggjur formaður í Evropeiska Flogbólts-sambandinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

17.10.2015 - 16:40

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Nú er staðfest, at nýggjur formaður er settur í CEV-Evropeiska Flogbóltssambandinum.

Á aðalfundinum, sum hevur verið í gjár og í morgun í Sofia, Bulgaria, hevur Evropeiska Flogbóltssambandið valt nýggjan formann.

Val var millum sitandi formannin André Meyer úr Luxembourg, sum hevur sitið seinastu seturnar, og so varaforsetan í CEV Alexzander Boricic úr Serbia.

Á valinum í morgun gjørdist úrslitið, at Alexander Boricic vann við úrslitinum 31 – 21. Boricic er valdur til formann fram til 2019.

Flogbóltssamband Føroya var við á fundinum, og á myndini omanfyri heilsar formaður í FBF Magnus Tausen upp á Boricic beint eftir at valúrslitið bleiv almannakunngjørt.