Nýggjur formaður í Útnorðurráðnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Marin Eidesgaard

06.09.2014 - 22:30

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Útnorðurráðið hevur valt Bill Justinussen, løgtingslim, sum nýggjan formann. Hann varð valdur til 30. ársfundin, sum varð hildin á Vestmannaoyggjunum.

Bill Justinussen tekur við sum formaður í Útnorðurráðnum eftir Unnur Brá Konráðsdóttur, altingslim og formann í íslendsku sendinevndini.

Í sínari røðu kom Bill Justinussen serliga inn á tvey evni, sum Ráðið kjakaðist um undir ársfundinum.

Okkara avgerð um at skipa eina felags Útnorður  Arktiska virkisskrá er tikin á einum týdningarmiklari stund.  Tað, at Ráðið hevði fund við teir tríggjar uttanríkisráðharrarnar í londunum mánadagin 1. Septembur, vísir okkum, at tað er tørvur á at finna fram til eitt felags stev, og vit kunnu geva stjórninum input til framhaldandi arbeiði og samskifti teirra í millum, segði Bill Justinussen.

Ráðstevnuevnið í næsta ár fer tískil at snúgva seg um júst hetta, undir heitinum “Útnorður í Arktis – frá visión til veruleika”. Vit gleða okkum at arbeiða við hesum evninum, sigur Bill Justinussen.

Nývaldað leiðslan í Útnorðurráðnum er nú formaður, Bill Justinussen, løgtingslimur, næstformaður Lars-Emil Johansen, formaður fyri Inatsisartut og Unnur Brá Konráðsdóttir, altingslimur.