Heidi Nolsøe Samuelsen

Nýggjur føroyskur vakurleikanethandil letur upp



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

24.02.2018 - 18:16

Mentan >
24 ára gamla Heidi Nolsøe Samuelsen úr Fuglafirði fer í næstum at opna nýggja vakurleikanethandil. Talan er um beautee.fo, sum skal hava til endamáls at veita hágóðsku sminkuvørur og vørur innan húðrøkt.

Spurd hvussu tað ber til, at Heidi opnar egnan handil, svarar hon, at hon saknar størri úrval av sminku í føroyskum handlum.

Tað er tíverri ikki so stórt úrval av hágóðskuvørum í Føroyum, tá tað kemur til sminku og vørur innan húðrøkt. Tá eg gekk í skúla í Reykjavík Makeup School, arbeiddu vit við vørum, sum als ikki fáast í Føroyum. Hetta er eisini vørur, sum nógvir føroyingar fara niður til Danmarkar at keypa, tá tey ferðast. Tí meini eg, at ein marknaður er fyri tí í Føroyum. Og so sakni eg sjálv, bæði sum makeup artistur og sum "makeup elskari", størri úrval av vørum.

Æltanin er, at handilin Beautee.fo skal vera klárur innan tvær vikur, og umframt at bjóða eitt úrval av sminkuvørum, fer handilin eisini at bjóða ráðgeving innan sminku og húðrøkt og sminkuálegging til serlig høvi.